29 Apr
Eysturoy
150 DKK
Tónleikur

JASMIN + JOE & THE SHITBOYS

x
Book now

Tónleikurin fyllir sum verða man nógv í skránni hjá Mentanarvikuni í Runavíkar kommunu, við konsertum og framførslum kring alla kommununa, tó at størru konserttiltøkini verða savnaði í Løkshøll. Vit byrja við einari dupultkonsert longu hóskvøldið 29. apríl.

Í fleiri ár hevur JASMIN prógvað síni evnir á tí føroyska tónleikapallinum, og byrjar útheimurin eisini at fáa eyguni upp fyri magisku røddini hjá Jasmin.
Í novembur 2020 útgav JASMIN hennara nýggjastu EP “not that surprised”, sum var sera væl móttikin bæði herheima, men eisini í útlondunum. So áðrenn útlondini renna avstað við JASMIN, so sleppa vit at uppliva hana í Løkshøll.
Tónleikurin er ein samanseting av soul-pop og alternativt RnB.
Hetta kvøldið fara tey at spæla alt frá nýggjastu útgávuni til eldri løg og okkurt spildur nýtt.
Við í bólkinum eru:
Jasmin Mote – Vokal
Bergur Fonsfal Johannesen – Bass
Vinjar Egilsnes Petersen – Keys
Harald Fonsdal Johannesen – Trummir.

Ársins Navn á FMA 2020, teir provokerandi Joe & The Shitboys eru klárir at flippa út og skelda og spæla 2 løg um minuttin fyri fyrstuferð nakrantíð á Skálafjørðinum. Løgini eru serliga ætlaði til sartar sálir. Joe & The Shitboys eru eitt sætt upplivilsi.

Address

Løkshøll

Rókavegur 1
620 Runavík
Eysturoy

Date

29 Apr 20:00

Price

Book now

150 DKK