14 May
Tórshavn (capital)
200 DKK
Verkstovur

Jazzsangskeið við virðislønta vokalistinum Emilia Mårtensson (SE)

x
Book now
Jazzur sum tilgongd. Tekna teg áðrenn 2. mai og fá online undirvísing ókeypis. Kaffi og ábit er íroknað prísin.

Skeiðið er ætlað royndum sangarum frá 18 árum og upp.

Høvuðsdenturin á skeiðnum verður, umframt at fremja sangdygdir, lagdur á at hjálpa sangarum at mennast sum tónleikarar og leiðarar av tónleikabólkum (bandleaders). Vit arbeiða við sangteknikki við tí endamáli at betra um, stabilisera og nøra um natúrliga og sermerkta ljóðið hjá hvørjum einstøkum sangara.

Versktovan er grundað á tí ásjón at jazzur er ein tilgongd til tónleik eins væl og ein fjøltáttað sjangra. Hesin hugsunarhátturin hjálpir okkum at menna dygdir og dirvi til at taka tónlistaligar avgerðir í ymsum støðum og hjálpir okkum at trúgva uppá og styrkja okkara tónlistaligu instinkt.

Sum skeiðsluttakari (um tú teknar teg áðrenn 2. mai) fært tú 20 minuttir av ókeypis undirvísing frá Emiliu online áðrenn skeiðið. Hendan undirvísing má vera í døgunum 2.-6. mai.

Fyrireiking til skeiðið:

Vinaliga fyrireika ein jazz-standard sang til skeiðið og hav nótar við. Tú kanst eisini velja og læra teg ein av hesum sangunum:

-Bye-bye blackbird

-Summertime

-There will never be another you

Saman arbeiða vit við:

  • Sangteknikki (Body&Breath, Tone/Pitch/Placement)
  • Tulking av jazz-repertoiri og jazz-frasering
  • Vokalimprovisatión
  • Sambandið ímillum sangaran og fylgispælara
  • Framførsluteknikkir og hugburður

Together we’ll explore:

-Vocal technique; (Body&Breath, Tone/Pitch/Placement)

-Interpretation of jazz repertoire and jazz phrasing

-Vocal Improvisation

-The relationship between singer and accompanist

-Performance technique and mindset

 

Matt Robinson hevur fylgispælið á klaver.

Um Emiliu Mårtensson

…”A voice of quite remarkable expressive depth…”—JazzWise

Emilia Mårtensson er svenskur sangari og sangskrivari, búsitandi í London.  Við fýra útgávum aftanfyri seg, hevur Emilia vunnið væl uppiborna viðurkenning sum ein av mest spennandi vokalistunum á Bretska jazzpallinum. Í 2016 vann hon virðislønina “Vocalist of the year” á Parliamentary Jazz Awards, sum er ein tann mest virðismetta jazzvirðislønin í Bretlandi. Emilia vaks upp í jazz-klubbanum hjá foreldrum sínum í Suðursvøríki áðrenn hon flutti til London at lesa Jazz á Trinity and Laban conservatoire of music and dacne. Emilia framførir javnan runt í Evropa og hevur drúgvar royndir sum sanglærari og skeiðshaldari.

….”Martensson invests every sound with a skimming rapturous lightness and clarity…”-JF The Guardian.

…It’s encouraging to see an artist excel at their genre while successfully dappling in others, and Martensson does just that…” EARMILK

…”always intriguing, often beautiful and thought-provoking…’-Jazzjournal

www.emiliamartensson.com

www.beyondvocals.info

Hetta siga næmingarnir hjá Emiliu:

“Emilia is genuinely dedicated to bringing out the absolute best in each person, wherever they are currently at in their musical journey. She does this with so much energy, professionalism, and heartfelt honesty and wisdom.”-Malka

“I have learned about things I wasn’t expecting to learn about. The warmth of the environment encouraged me to push myself to try new things. It has more than met my expectations.” -Nell

“The course took me from amateur to being able to perform in a professional manner, in less than a week. Emilia was professional, creative, and incredibly supportive of all her students on the course, getting to know each of us individually and developing us in our own direction. Best thing I’ve ever done in my life”  -Alice

Address

Nordic House - Norðurlandahúsið

Norðari Ringvegur
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Date

14 May 16:00 - 21:00

Price

Book now

Atgongumerki 200 DKK