10 Dec
Vágar
Free
Festivalar
Tónleikur

Jól við Vatnið

x

Aftur í ár verður skipað fyri hugnaliga og vakra tiltakinum – Jól við Vatnið. Tað eru báðar kommunurnar í Vágum, Sørvágs Kommuna og Vága Kommuna, sum í felag stuðla hesum tiltaki, og aftur í ár eru tað foreldur og næmingar í 7. flokki í Sørvágs skúla, sum samskipa hetta jólaliga tiltak.

Jól við Vatnið verður besta dagin til veður, ein dag í millum 10. og 23. desember. Tað verður lýst í góðari tíð, júst hvønn dag tað verður.

Tiltakið byrjar kl. 17.00, við, at borgarstjórin í Vága Kommunu, Eyðdis Hartmann Niclasen, bjóðar borgarum í oynni og gestum, at vera vælkomin. Meðan tónleikarar og sangarar úr oynni koma at syngja vakrar jólasangir, fara næmingar í 7. flokki at selja vaflur, kaffi, te, kakao og gløgg til tey vitjandi. Peningurin, sum kemur inn til av hesi sølu, fer óskerdur til vælgerandi endamál.

Stutt eftir hetta, loysa jólabátarnir frá Bøsdalafossi og seta kósina ímóti flúgvarabedingini. Tá jólamenninir eru komnir í land, bjóðar borgarstjórin í Sørvágs Kommunu ,Aime Jacobsen, jólamonnunum at vera vælkomnar í oynna, og høvuðsjólamaðurin takkar fyri móttøkuna. Síðan syngja jólamenninir ein stuttligan jólasang, og saman syngur øll fjøldin Gleðilig Jól.

Eftir hetta fara jólamenninir at deila jólapakka út til øll børnini, sum eru møtt upp.

Sum sagt, so er tað er 7. flokkur í Sørvágs skúla, sum samskipar tiltakið í ár, men fyrst í komandi árið, er ætlanin at taka upp samstarv við flokk á Giljanesi soleiðis, at tað altíð eru flokkar úr báðum kommununum, sum samskipa Jól við Vatnið.

Báðar kommunurnar í Vágum, bjóða øllum sínum borgarum og gestum, at vera hjartaliga vælkomin til tiltakið Jól við Vatnið

Address

Sørvágsvatn/Leitisvatn


380 Sørvágur
Vágar

Date

10 Dec 17:00

Price

Free