05 Dec - 06 Dec
Tórshavn (capital)
50 - 100 DKK
Tónleikur

Jólakonsertin 2020

x
Book now

Árliga jólakonsertin ella familiukonsertin, ið hon eisini verður rópt, verður spæld 5. og 6. december í Norðurlandahúsinum. Konsertin er eitt samstarv við musikkskúlarnar kring landið, og musikkskúlanæmingar fáa høvi at royna seg í stórum orkestri við professionellum spælarum.

“Hetta samstarvið seta vit stóran prís uppá, tí her fáa musikkskúlanæmingar veruliga roynt seg í einum professionellum samanhangi við professionellum tónleikarum. Tað er her vit sáa fyrstu fræini til framtíðar spælarar í orkestrinum”,  sigur Hans Petur í Brekkunum, stjóri.

Konsertskráin er ein jólaposi fyltur við alskins jólagóðgæti, líka frá øllum teimum kendu jólaløgunum til okkara egnu Frændur. So vónandi leggur orkestrið lunnar undir serliga stemningin í eyðkennir jólini.

Vælkomin á konsert!

Solistar. Sigrið F. Hansen (kontrabass) og Bjarki Trondesen (sang)

Dirigentur. Bernhardur Wilkinson  

Frásøgufólk. Olga Tórðardóttir

Kostnaður. Vaksin 100 kr., børn og lesandi 50 kr. 

Til ber í mesta lagi at keypa 4 atgongumerkir pr. keyp. Okkara skipan tekur sær av, at frástøða er ímillum bíløgdu plássini. Um tú bíleggur 1 atgongumerki, situr tú fyri teg sjálvan. Bíleggur tú fleiri, letur skipanin tykkum sita saman.

Address

Nordic House - Norðurlandahúsið

Norðari Ringvegur
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Date

5 Dec 2020 15:00
6 Dec 2020 14:00
6 Dec 2020 16:00

Price

Book now

vanligt 100 DKK

Børn 13 ár og yngri 50 DKK

Lesandi 50 DKK