28 Nov - 23 Dec
Tórshavn (capital)
Free
Festivalar

Jólamarknaður

x
Jólamarknaður er nakað heilt serligt og verður aloftast knýttur saman við hugna, jólagleði og sum eitt stað í býnum, ið dregur til sín bæði børn og vaksin.
Visit Tórshavn ynskir at skapa og veita røttu karmarnar til at gera ein hugnaligan jólamarknaða í býnum í desember 2020. Í fyrstu atløgu skal jólamarknaðurin, ið verður í miðbýnum frammanfyri Ráðhúsið, verða til føroyingar, og er hettar ein liður í at økja um trivnað hjá borgarum.
Ein hugnaligur jólamarknaður, har tað ber til at keypa eina jólagávu, hondgjørda list, serlutir og fáa sær okkurt heitt og okkurt gott at eta. Hettar verður ein heilt nýggjur býlingur, har tað verða hugnalig jólatiltøk og annað spennandi allan desember mánaða.
At gera ein jólamarknaða framman fyri Ráðhúsið er ein liður í at skapa ein jólabý, ið fer at mennast ár fyri ár. Ein jólamarknaður, ið verður sum ein kjarna í býnum.
Jólamarknaðurin í miðbýnum verður prýddur við perum, jólatrøum, hugnaligum básum, ið næmingar á Glasi hava bygt. Har vera eisini beinkir og hitalampur. Tema verður inniligt, persónligt og hugnaligt. Jólasmátturnar virka sum smáir sølubásar við ymiskum fjøllbroyttum serlutum.
Somuleiðis verða ymisk spennandi tiltøk so sum jólasjónleikur, jólakonsertir og annað allan mánaðin. Í hesum sambandi verður parkeingsøkið á Vaglinum stongt, so at ikki verður møguligt at parkera frammanfyri Ráðhúsið.
Hesi tiltøk vera á jólamarknaðinum:
5. des Hallur Joensen band kl 17 og kl 19
11. des Musikskúlamiðnám spælir tónleik kl. 17
12. des Sjónleikurin: Jólamaður og Nissa kl. 14
13. des Mold og Matmentan sýnir fram kl. 14
             Børn ganga Santa Lucia gongd og syngja sangir kl. 16.30
15. des Morgunkórið framførir kl 17
16. des Kórið Tarira framførir kl 17
17. des Kórið Glymur framførir kl 17
18. des Sjónleikurin: Jólamaður og Nissa kl. 17
              Kamarkórið framførir uml. kl 17.15
19. des Kórið Cantabile framførir kl. 17
20. des Jólamenn á rossabaki kl. ?
21. des Kórið Brak framførir kl 16
22. des Lena og Kristina spæla tónleik kl. 17
23. des Kristina og Maria kl. 17

Address

Vaglið


100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Contact

Website

Date

28 Nov 2020 15:00 - 20:00
29 Nov 2020 14:00 - 18:00
4 Dec 2020 14:00 - 20:00
5 Dec 2020 14:00 - 20:00
6 Dec 2020 14:00 - 18:00
11 Dec 2020 14:00 - 20:00
12 Dec 2020 14:00 - 20:00
13 Dec 2020 14:00 - 18:00
14 Dec 2020 15:00 - 18:00
15 Dec 2020 15:00 - 18:00
16 Dec 2020 15:00 - 18:00
17 Dec 2020 15:00 - 18:00
18 Dec 2020 15:00 - 20:00
19 Dec 2020 14:00 - 20:00
20 Dec 2020 - 18:00
21 Dec 2020 14:00 - 20:00
22 Dec 2020 15:00 - 21:00
23 Dec 2020 14:00 - 21:00

Price

Free

Organiser

Visit Tórshavn

Website