22 Dec
Norðoyggjar
Free
Børn & Ung

Jólaskipið

x

Tey, ið kenna til veðrið hava hugt eftir nær best er at Jólaskipið kemur á Klaksvík, og nú er endaliga avgjørt at tað verður sunnudagin klokkan 16.00

Fyrireikararnir, Føroya Sjómannadagur, hava við hvørt broytt mannagongd við Jólaskipinum, tí samfelag okkara broytist og tað er eisini gjørt hesa ferð.

Nú er avgjørt, at Jólaskipið siglir inn um heimastu kaiina og síðani koma jólamenninir við báti inn í hylin við skoytubreytina á Biskupstorgi.

Sjálvt hátíðarhaldið verður á og við Skoytubreytina og eins og árini frammanundan fara øll børnini at fáa jólapakkar frá jólamonnunum, borgarstjórin heldur røðu, jólamenninir undirhalda og eisini verður skipað fyri undirhaldi fyri børnini.

Meira seinni um tiltakið.

Men minnist til, tað er sunnudagin klokkan 16.00 at Jólaskipið kemur á Klaksvík.

Mynd og kelda: Norðlýsið

Address

Torgið, Biskupstorg

Biskupstorg
700 Klaksvík
Norðoyggjar

Contact

Website

Date

22 Dec 16:00

Price

Free