24 Nov - 26 Nov
Tórshavn (capital)
Free
Myndlist
Matur & Drekka
Handlar

Jólasøla

x

Árliga jólasølan hjá Verkstaðnum Vón byrjar mikudagin 24. nov. kl. 14.00 Talan er um spennandi jólasølu við hugnaligari jólacafé, sum í ár er løgd til rættis sambært almennu tilmælunum.
Opið verður mikudag til fríggjadag frá kl. 14.00 – 18.00
Á jólasøluni fáast alskins jóla- og gávulutir, sum eru framleiddar gjøgnum árið, og her fær tú
møguleika at keypa nakrar øðrvísi jólagávur. Lutirnir eru evnaðir úr m.a træi, glasi, pappíri og ull. Til
ber at síggja myndir av nøkrum av tí vit selja á vangamyndunum hjá Verkstaðnum Vón á Facebook.

Í Caféini kanst tú njótað ein drekkamunn við heimagjørdum mandlurísum og nýbakaðum vaflum.
Hjartaliga vælkomin!

Verkstaðið Vòn er ein vardur verkstaður har fólk, ið bera likamligt ella sálarligt brek starvast. Vit framleiða ymiskar vørur fyri føroyska vinnulívið og til okkara egnu sølubúð – eisini framleiða vit eina røð av lutum, sum vísa á føroyska mentan á ymiskan hátt. Øll vøran er hondgjørt og tí serstøk.

Address


160 Argir
Tórshavn (capital)

Contact

Website

Date

24 Nov 2021 14:00 - 18:00
25 Nov 2021 14:00 - 18:00
26 Nov 2021 14:00 - 18:00

Price

Free