27 Nov
Norðoyggjar
Free
Handlar

Jólasøla á Verkstaðnum á Brekku

x

Árliga jólasølan verður leygardagin 27.november frá kl. 10:00 – 16:00. Hon verður í handlinum og í hugnaligu jólastovu okkara í húsinum.  Jólasølan er løgd til rættis sambært almennu korona-tilmælunum.

Jólasølan verður síðani opin gerandisdagar frá kl. 10:00 – 15:30 og til Verkstaðurin ferð í jólafrí, mikudagin 22.december.

Á  jólasøluni fáast alskins jóla- og gávulutir, sum eru framleiddar gjøgnum árið, og her fær tú møguleika at keypa nakrar øðrvísi jólagávur. Lutirnir eru evnaðir úr m.a træi, pappíri og ull. Til ber at síggja myndir av nøkrum av tí vit selja á vangamyndunum á “Verkstaðurin á Brekku” á  Facebook.

Hjartaliga vælkomin!​

Address

Verkstaðurin á Brekku

Á Brekku 31
700 Klaksvík
Norðoyggjar

Date

27 Nov 10:00 - 16:00

Price

Free