27 Nov
Tórshavn (capital)
60 - 120 DKK
Palllist

JUMP

x
Book now
Leyp – útí, uppá, burturfrá! Ein akrobatisk dansisýning á einum sergjørdum luftgólvi, sum tekur útgangstøði í lopi. Men við hvørjum lopi fylgir møguleikin fyri falli.

Vit leypa – fyri lívinum og fyri gleðini og frá øllum tí, sum tyngir okkum. Vit leypa, tí vit tora, tí vit skulu, tí vit klára ikki at lata vera. Uttan at vita, um vit lenda á beinunum, ella detta á reyvina. Vit leypa inn í lívið við hoppandi gleðini hjá barninum og prutlandi forvitni. So við og við verður spæl til kapping og kapping til lívsins støðugu tyngdarmegi. Og tá detta vit. Einsamøll og saman. Í eldhuga og av møði. Og kanska seta vit á og leypa. Aftur…

Jump er ein sýning um at leika, leypa, hoppa, detta, snáva og um at reisa seg og finna fótafestið. Við lopinum sum útgangsstøði, mugu vit øll bera okkara feilir í so stóran mun, at tað kanska í síðsta enda eydnast.

Listaligi leiðari og koreografurin hjá Uppercut Danseteater Stephanie Thomasen og viðurkendi ísraelski koreografurin Ofir Yudilevitch hava við JUMP slept pallgólvinum og bjóðað tyngdarmáttinum av á einum serligum Air Floor. Hiðani verður sýningin lyft upp í heilt nýggj luftløg – koreografiskt, visuelt og tekniskt. Altíð við vágaðnum sum treyt.

Address

Nordic House - Norðurlandahúsið

Norðari Ringvegur
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Date

27 Nov 19:30

Price

Book now

Vanligt 120 DKK

Lesandi 60 DKK