26 Nov
Tórshavn (capital)
Free
Annað

Kærleikskúlan 2021

x
Book now
Avdúking av Kærleikskúluni 2021. Dugni skipar fyri.

Gleðilig jól!

Kærleikskúlan er eitt jólaprýði, sum Dugni gevur út á hvørjum ári. Ein munnblást glaskúla sniðgjørd av føroyskum listafólki. Hvør kúla er serstøk, eins og vit menniskju.

Henda dag verður almannakunngjørt, hvør hevur sniðgivið Kærleikskúluna 2021, og listafólkið fer at greiða okkum frá, hvat sniðið í ár ímyndar.

Kærleikskúlan er eitt yndisligt listaverk, og ein savnaragripur við einum innihaldi av sonnum virði – kærleika og vinalag. Kúlan er hondgjørd og hvørt upplag er avmarkað. Tað eru nú trettan ár síðani fyrsta føroyska Kærleikskúlan kom út.

Kærleikskúlan 2021 verður bert seld í eitt avmarkað tíðarskeið í gávubúðum kring landið 26. november og til og við 23. desember. Kærleikskúlan verður eisini seld í Norðurlandahúsinum frá 26. november til og við 13. desember. Allur vinningur fer til, at styrkja um arbeiðsførleikar hjá málbólkinum hjá Dugna.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Skrá
– Hedvig Johansdóttir, stjóri á Dugna, bjóðar vælkomin
– Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í Umhvørvis- og vinnumálaráðnum flytur fram røðu
– Kærleikskúlan 2021 verður almannakunngjørd, og listafólkið fær orðið
– Jórun Gardar, stýrisforkvinna í Dugna, handar fyrstu Kærleikskúluna 2021 til eina virðiliga fyrimynd
– Lena og Niclas framføra tvey løg
– Ábit og drekkamuður verða at fáa
– Til ber at ogna sær Kærleikskúluna 2021 henda dagin í Norðurlandahúsinum

Covid-19
Avmarkað pláss. Vi fylgja tilmælunum frá landsmyndugleikunum – les almennu tilmælini her. Minst til koronapass.

Address

Nordic House - Norðurlandahúsið

Norðari Ringvegur
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Date

26 Nov 10:00

Price

Book now Free