19 Sep
Norðoyggjar
Free
Náttúra & uttandura
Ítróttur

Kalsoyarrenningin

x

So er árliga Kalsoyar Renningin aftur á skránni.

Leygardagin 19. september skipar Treysti enn einaferð fyri sera vælumtóktu Kalsoyar Renningini.

Runnið verður frá ferjuleguni á Syðradali til Trøllanes.

Hetta verður 13. ferð, at runnið verður Kalsoyar Renning.

Í fjør bleiv avlýst, tí SAM kundi ikki sigla vegna ringt veður.

Eins og undanfarin ár, so verður talan ikki um eina rennikapping, men um ein hugnaligan rennitúr.

Onkur rennir, onkur gongur, og onkur hevur eisini tikið túrin á súkklu.

Undirtøkan hevur altíð verið góð, og øll eru á einum máli um, at hetta er ein fínur túrur, sum eigur at verða á hvørjum ári.

Fyrsta Kalsoyar Renningin var í 2007, og vit royna aftur í ár. 12. ferð á rað, men so bleiv avlýst í fjør vegna veður. Hetta verður sostatt 13. ferð, at tiltakið verður, og vóna vit, at luttøkan verður góð.

Luttakaratalið er avmarkað til 80.

“Sam” siglir av Klaksvík kl. 10.00 til Syðradals.

Tað verður byrjað at renna næstan beinanvegin, sum komið verður í land á Kalsoynni.

Runnið verður frá ferjuleguni og norður til Trøllanes.

Teinurin norður til Trøllanes er 16,5 kilometrar, og tað verður runnið ígjøgnum allar fýra tunnlarnar.

Luttakararnir verða tí bidnir um at hava lummalykt/pannulykt við.

Teinurin áðrenn fyrsta tunnilin er umleið 7 kilometrar.

Á restini av teininum er størri parturin ella umleið 5,5 kilometrar í tunnli.

Í øllum tunnlunum eru refleksskeltir í síðunum, sum hjálpa væl, tá ein hevur lykt.

Allir tunlarnir hava mótbrekku á veg norðureftir.

Mótbrekkunar í tunlunum blíva flatari fyri hvønn tunnil á veg norður.

Vegbreytin í onkrum tunnli er nokkso ósløtt, og tí verða rennararnir bidnir um at vísa varsemi.

Tá komið er í mál á Trøllanes verður gott ábit, kaffi/te og køkur at fáa har.

“Sam” siglir av Syðradali aftur kl. 14:20 og kl. 17:35.

Tilmelding fer fram á heimasíðuni hjá FÍF (www.fif.fo) undir tilmelding.

Freistin at melda til luttøku er úti hóskvøldið 13. september á miðnátt !

Um tit hava spurningar, kunnu tit ringja til Gutta á 230210.

Minnast til: Lummalykt/pannulykt, endurskin og skiftiklæðir.

Sí annars http://treysti.fo/news-kalsoyarrenningin+2020.htm

Address

Syðradalur


795 Syðradalur K
Norðoyggjar

Contact

Website

Date

19 Sep 10:00

Price

Free

Organiser