24 Oct
Tórshavn (capital)
Free
Tónleikur

Kári Bæk 70 ár

x
Book now

ÚTSELT

 

11. september í ár fylti tónaskaldið, tónleikarin og kórleiðarin Kári Bæk 70 ár. Hetta verður hátíðarhildið við konsert, har tónleikarar og kór framføra verk, sum Kári hevur skrivað.

Kári hevur verið virkin á føroyska tónleikapallinum í yvir 40 ár. Fyrst sum kór- og orkesturleiðari og tónleikari, men seinni í stóran mun eisini sum tónaskald. Fyrstu verkini hjá Kára vóru útsetingar fyri kór, men seinni hevur hann skrivað ein hóp av tónleiki fyri bæði solistar, ensemble, kór og symfoniorkestur.

Kári hevur vunnið og verið í uppskotið til eina røð av virðislønum. Í 2012 varð hann t.d. tilnevndur til Tónlistavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri verkið Askur og Embla, og í 2000 vann hann við verkinum Heimahøllin aðru virðisløn í kapping um at skriva ólavsøkukantatu til túsundáraskiftið.

Kári fær javnan bíleggingar frá tónleikarum og kórum bæði her heima og uttanlands, og tónleikur hansara hevur verið framførdur av m.a. heimskendu London Symphony Orchestra, sum spældi tónleikaævintýrið Veiða Vind í 2019, og víðagitna vokalbólkinum The King’s Singers, sum tvær ferðir hava sungið vældámda sangin Summarkvøld.

Summarkvøld umframt onnur kend kórverk sum Jarðareyga, Nun lob mein Seel, Brót so stillan og Nú rennur sólin fríð hoyra øll til tann føroyska kórskattin, sum føroysk kór javnan framføra.

Skráin til hesa konsertina verður ein blanding av instrumental- og kórtónleiki, og skal lýsa virksemið hjá Kára hesi seinastu 40 árini.

Address

Nordic House - Norðurlandahúsið

Norðari Ringvegur
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Date

24 Oct 19:30

Price

Book now Free