12 Nov
Tórshavn (capital)
100 DKK
Tónleikur

Katrin á Borg - útgávukonsert

x

Tónleikurin hjá Katrini kann lýsast sum soul-poppur, og nú sleppa vit endiliga at leggja oyru til spennandi útgávuna “Uncover the Truth”, sum telir 5 løg. Og tað er Katrin sjálv, sum hevur skrivað orð og løg, meðan Espen Tappel hevur framleitt og lagt til rættis.  

Og sum nakað heilt serligt, so er øll útgávan er innspæld í Norra, har gávuríkir norskir tónleikarar hava spælt tónleikin inn saman við Katrini. 

Hetta kvøldið kemur Katrin á Borg við dugnaligum føroyskum bólki at spæla alla útgávuna, umframt onnur løg, bæði nýggjari og eldri, harav nøkur ikki eru útgivin enn. 

Tað eru Heysttónar, sum skipa fyri konsertini.

Address

Reinsaríið

Tórsgøta 3
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Contact

Website

Date

12 Nov 20:00 - 21:00

Price

100 100 DKK