15 Feb - 28 Feb
Tórshavn (capital)
Free
Myndlist

Klæði - Grethe Sørensen (DK)

x
Framsýning: Rush Hour

Grethe Sørensen er tóvirkislistafólk úr Danmark. Hun er undangongufólk innan talgilda veving, og tað er her hon sameinir siðbundna handverkið við tøkniliga nýskapan.

I listverkinum Rush Hour broytir tað ófokuseraða myndatólið veruleikasansin hjá billjósum til mynstur av lýsandi, rundum, gjøgnumskygdum flatum. Tey eru í fleiri løgum við skiftandi glærmynd og litávirkan. Eitt kent motiv úr filmsheiminum, sum hevur sítt egna huglag í spakuligu streymandi rørslunum í livandi myndunum

I listaverkinum verður veving og video samanborin. Tyngdin og mynstrið í teimum vovnu teppunum skapa eitt fysiskt mótspæl til vøkru myndagongdina í ljósvørpuni av floymandi rørslum. Hesir hættir at miðla, draga hvørt annað fram. Góðskan í vevingini er í djúpdini, plagginum og litmagninum, ið tógvið og vevskapið geva myndevninum, meðan sjónfílan bergtekur við ljósinum og rørslunum.

Klæði
List, íð nýtir tóvirki, er sjálvandi ikki neytúrviliga meira evnislig enn so nógv onnur list, men tað evnisliga og sansaliga – vond, bygnaður, glansur, broyskni og mjúleiki – tykjast meira afgerandi, meira átrokandi. Tá tað evnisliga gerst miðdepilin, so ger listaverkið vart við sína innantómu tilveru sum lutur, sum eitt ting. Hetta kann elva til at spurningar verða settir við vanligar fatanir um list. Fatanin av at listaverk onkursvegna eru hevja yvir lutir. Fatanin av at list er lítið verklig, at hon ikki hevur nýtsluvirði, at hon rætt og slætt ikki eigur at kunna nytast. Í 2020 og í 2021 varpar Norðurlandahúsið ljós á og fagnar list, sum nýtir tóvirki.

Address

Nordic House - Norðurlandahúsið

Norðari Ringvegur
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Date

15 Feb - 28 Feb Every: Mon
Tue
Wed
Thu
Fri
Sat
Sun

Price

Free