05 Jan - 17 Jan
Tórshavn (capital)
Free
Myndlist

Klæði - Kari Steihaug (NO)

x
Framsýning: Seymikonan í Trastevere

Norska Kari Steihaug er tóvirkislistafólk við bústaði í Oslo. Hon savnar ymiskt tilfar úr ull og óliðug bundin pløgg og ger tað til innsetingarlist. Evnini spretta gjøgnum hennara arbeiði og  lívi, søgum og minnunum, tí privata og kollektiva.

Í eini dagbók frá februar 2010 skrivar hon soleiðis:

“Går forbi Syersken i Trastevere og hennes broderier, som lyser opp langs den grå murveggen. Hun sitter så konsentrert om arbeidet, små sting på lys stramei, raske skritt på brostein, og jeg har en hel februar måned her på Skandinavisk forening. Hun minner meg om Syersken til Helene Scherfbeck eller Kniplersken til Vermeer, og hun er i tilstanden jeg søker i mitt eget arbeid; konsentrasjon og tid som flyter. Men mest er hun i den harde virkeligheten. Hun er den jeg ser i alle byer, på mange hjørner, i all slags vær, noen strikker eller syr, spiller musikk eller pusser sko. Noen bare sitter. Hver dag.”

Les meira um Kari Steihaug: karisteihaug.no

Klæði
List, íð nýtir tóvirki, er sjálvandi ikki neytúrviliga meira evnislig enn so nógv onnur list, men tað evnisliga og sansaliga – vond, bygnaður, glansur, broyskni og mjúleiki – tykjast meira afgerandi, meira átrokandi. Tá tað evnisliga gerst miðdepilin, so ger listaverkið vart við sína innantómu tilveru sum lutur, sum eitt ting. Hetta kann elva til at spurningar verða settir við vanligar fatanir um list. Fatanin av at listaverk onkursvegna eru hevja yvir lutir. Fatanin av at list er lítið verklig, at hon ikki hevur nýtsluvirði, at hon rætt og slætt ikki eigur at kunna nytast. Í 2020 og í 2021 varpar Norðurlandahúsið ljós á og fagnar list, sum nýtir tóvirki.

Address

Nordic House - Norðurlandahúsið

Norðari Ringvegur
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Date

05 Jan - 17 Jan Every: Mon
Tue
Wed
Thu
Fri
Sat

Price

Free