KLÆÐISPRENT Leygardagur "á Fossánesi".
Book nowØll amboð og alt tilfar, sum luttakararnir brúka í arbeiðinum á verkstovuni, standa klár frá byrjan t.v.s. skurðtilfar, amboð, svertur í fleiri litum, royndarklæði, tvey berinet og óavmarkað royndarpappír.
Luttakarin hevur eisini sjálvur klæði við, sum prentað verður á. Tað kann til dømis vera ym. pløgg so sum, t-shirt, skjúrtu, seingjaklæðir o.a… “brúkt sum nýtt”.
Tó kann meturvøra, berinet og hágóðskuprentørk at prenta á eisini keypast á verkstovuni.
Alt tilfar, sum verður nýtt á verkstovuni er umhvørvisvinarligt og ikki eitrandi.
Verkstovurnar verða tillagaðar luttakarunum.
Kaffi, te og okkurt afturvið fæst í steðginum, men hav ein lættan frokostmatpakka við sjálv/ur.
Ver í arbeiðsklæðum.
(Tilmelding er neyðug)
“Verkstovan er samstarv millum LITBRIGDI og Kvøldskúlan í Hvannasunds Kommunu”
Address
Norðdepil
730 Norðdepil
Norðoyggjar
Date
23 Oct 11:00 - 17:00