28 Oct - 28 Apr
Tórshavn (capital)
Free
Bókmentan

Klassikarar í Gamla bókahandli

x
Í vetur skipar Gamli Bókahandil fyri sjey bókatiltøkum, har klassikarar í heimsbókmentunum verða umrøddir og fluttir inn í nútíðar samfelagið. Bókaforlagið Hemlið hevur givið bøkurnar út.
Hesi kvøldini í vetur fara ymskir persónar at tosa um evni, sum tey vita serliga nógv um. Luttakaratalið er avmarkað, og tilmelding krevst. Tiltøkini eru ókeypis!
Tilmelding fer fram við at senda teldupost til hnj@hnj.fo. Tiltakið varir í 1 tíma.
Skráin verður hendan:
28. oktobur
Fúrstin – Rósa Heinesen
Fúrstin er ein bók um kynstrið
at fáa og varðveita valdið í
einum stati. Niccolò Machiavelli hevur skrivað Fúrstan.
25. novembur
Retorikkur – Eydna Skaale
Í bókini Retorikkur viðgerð
Aristoteles kynstrið at orða seg væl
og sannførandi framman fyri øðrum.
16. desembur
Tað etiska kravið
– Theodor E. D. Olsen
Í bókini Tað etiska kravið viðger
K.E. Løgstrup samvitskuna og
moral. Um at vit bara kunnu liva,
tá ið lív okkara er tvinnað saman
við lívið hjá øðrum menniskjum.
27. januar
Lógirnar – Bárður Larsen
Í bókini Lógirnar finnur
heimspekingurin Platon fram til
eina samfelagsfyrimynd, sum
virkar sum tað góða samfelagið
við teimum góðu borgarunum.
24. februar
Etikkur
– Anne Mette Greve Klemensen
Í bókini Etikkur viðger Aristoteles
tað góða og sosiala menniskjað,
sum miðar eftir einari gyltari miðleið.
31. mars
Utopia – Ivan Niclasen
Í bókini Utopia ímyndar høvundurin
Thomas More sær eitt samfelag
við fríari atgongd til sjúkrarøkt,
sosialan tryggleika, útbúgving,
mentan, stutt sagt: eitt virðiligt lív.
28. apríl
Staturin – Jógvan D. Hansen
Í bókini Staturin leggur Platon fram
sína statslæru um eitt væl skipað
samfelag, og um hvat rættvísi er

Address

Vaglið 2
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Date

28 Oct 2020 19:30
25 Nov 2020 19:30
16 Dec 2020 19:30
27 Jan 2021 19:30
24 Feb 2021 19:30
31 Mar 2021 19:30
28 Apr 2021 19:30

Price

Free