27 Feb
Tórshavn (capital)
100 DKK
Tónleikur

á Reinsarínum

x
Book now
KLINGRA TRIO + DJARI
LEYGARKVØLDIÐ 27. FEBRUAR KL. 20 VERÐUR KONSERT VIÐ KLINGRA TRIO OG DJARI Á REINSARÍNUM.
KLINGRA
Klingra er ein nýggjur tónleikabólkur mannaður við tónleikarum úr Danmark, Finnlandi, Norra, Letlandi og Føroyum. Talan er tó um ein nýggjan bólk við kendum andlitum. Tónleikurin sveimar á markinum millum klassiskan og rútmiskan tónleik, og tey hava valt at kalla genruna “indie klassiskt”. Bólkurin Klingra sprettur úr norðurlendska prísvinnandi bólkinum Afenginn, sum fyri stuttum útgav fløguna Klingra.
Tá Afenginn fóru í holt við at gera hesa seinastu fløguna, valdu tey at samstarva við fleiri føroyskar tónleikarar. Úrslitið av hesum gjørdist í fyrstu syftu fløgan Klingra og í aðru syftu bólkurin Klingra. Samstarvið millum Afenginn og føroyingarnar skuldi vísa seg at verða so væleyðnað, at tey valdu at stovna bólkin Klingra.
Tónleikurin er sera væl móttikin í fleiri londum og hevur verið framførdur í Australia, Russlandi, Europa og USA. Klingra vann 2 FMA virðislønir, bæði fyri bestu fløgu og besta tekst. Nú er bólkurin so klárur við nýggjum tilfarið, sum Klingra at framføra sum trio á Reinsarínum.
Klingra trio er:
Kim Rafael Nyberg: Keyboards og mandolin.
Dánjal á Neystabø: Tangentar og sangur
Heðin Ziska Davidsen: Elektronikk og Guitar
DJARI
Djari er føroyskur jazzbólkur, sum var stovnaður í novembur 2019. Tað vóru Ari Johannesen og Djóna Nolsøe Fischer sum stovnaðu bólkin, tá teir setti sær fyri at gera instrumentalan tónleik, sum skuldi siga frá søgum og skapa ljóðmyndir rundan um kenslur og hugløg. Tónleikurin avbjóðar ymiskar spælistílar og hvørt lag ger m.a. nýtslu av skeivum taktsløgum, leikandi melodilinjum og skiftandi hugløgum. Umframt at hava spælt á Reinsarínum, Mikkeller, Sirkus, Blábar og Tøting, luttók Djari eisini í Sement 2020, har ið bólkurin vann annað pláss í kappingini.
Í Djari spæla:
Djóni Nolsøe Fischer: Bass
Ari Johannesen: Gittar
Katrina Olsen: Saksofon
Vinjar Egilsnes Petersen: Ljómborð
Jóhan Petersen: Slagverk
Harald Fonsdal Johannesen: Trummur

Address

Reinsaríið

Tórsgøta 3
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Contact

Website

Date

27 Feb 20:00

Price

Book now

100 100 DKK