12 Jun
Norðoyggjar
Free
Søga & arvur
Náttúra & uttandura
Annað

Knit in Public í Klaksvík

x

Hey øll sum tíma at binda!
KIP er eitt ókeypis tiltak‚ sum hevur til endamáls at samla øll bindi áhugaði. Altjóða heitið á degnum er World Wide Knit in Public Day.
Uttan mun til trúgv‚ aldur og kyn‚ hvaðani vit koma‚ ella hvørji vit eru‚ so er tað bindingin sum er felagsmálið.
KIP er dagurin har øll kunnu fara út á geilar og strætir at binda. Fært tú ikki møtt upp‚ set teg so bara útum við stokkunum. Seinastu árini hevur KIP veri hildið víða um annan leygardag í juni. Í ár er hann tann 12.juni.
Tað var Danielle Sanders sum tók stig til tiltakið. Tað byrjaði í 2005 og bleiv so væl móttikið‚ at dagurin var hildin í 25 ymiskum býarpørtum beinanveg. Undirtøkan er vaksandi í 2019 vóru 440 tiltøk í 33 londum. KIP er tí heimsins størsta binditiltak. Hettar verður 3. ferð vit binda in Public í Klaksvík.
Í Klaksvík samlast vit á torginum við Nólsoyar Páls garðin tann 12.juni kl 14. Minst til at hava stokkar‚ okkurt at sita á og ein kaffimunn við. Tiltakið er liðugt kl 17. Stuttligt hevði verið um vit føroyingar eisini fara fjølment út at binda 12.juni saman við øllum heiminum.
Vilt tú vita meir um WWKIP‚ so kanst tú leita eftur World Wide Knit in Public á Facebook‚ YouTube‚ Instagram og Google.

Address

Biskupsstøðgarðurin


700 Klaksvík
Norðoyggjar

Contact

Website

Date

12 Jun 14:00 - 17:00

Price

Free