03 Jul
Eysturoy
150 DKK
Tónleikur

Knút og GÖ í Töting

x
Book now

Summartónar og Tónleikasamtakið Grót bjóða tær:
Knút er ein av royndu föroysku tónleikarunum. Tónleikaliga yrkisleið hansara byrjaði um tað mundið, tá hann sum blaðungur í 2003 vann Prix Föroyar kappingina við rokkbólkinum Gestir.

Knút hevur nýggja plátuútgávu í umbúna, á konsertini fara Knút og bólkurin, hann hevur við sær, at framföra nýtt og gott gamalt.
Manning:
Knút Háberg Eysturstein: Rödd & ljóðföri
Mattias Kapnas: Klaver & synth
Torleik Mortensen: bass
Per Ingvaldur Höjgaard Petersen: Trummur

Gö:
Seinastu árini hevur havnabólkurin GÖ verið nógv at hoyra ymsastaðni á föroyska tónleikapallinum. Bólkurin spælir egnan tónleik við íblástri úr jazzi, rokki og fríari improvisatión.

Tónleikin hjá GÖ hava Kristian Pauli Ellefsen og Ólavur Gaard skrivað, og er hann sera ólíkur tí, sum er á föroyska tónleikapallinum í lötuni – tað harmoniska gongur hond í hond við tey meira skurrandi huglögini, uttan at tað gerst ov fremmant ella tungt. Tónleikurin er instrumentalur við denti lögdum á improvisatión og eksperimentering.
GÖ útgav fyrstu plátuna á vári 2020, og tað verða lög frá hesu plátu, umframt nýggj lög, ið verða spæld í Töting.
Sum lurtari kann ein vænta at verða drigin við av tónleikinum, spæligleðini og tónleikaligu dygdunum hjá bólkinum.
GÖ eru:
Ólavur Eyðunsson Gaard, Gittar
Kristian Pauli Ellefsen, Keyboards
Árni Jóhannesson, Bass
Hjörtur Pætursson Háberg, Trummur

Address

Tøting

Við Júksnará 9
513 Syðrugøta
Eysturoy

Date

03 Jul 20:30

Price

Book now

Members 100 kr. 150 DKK