03 Nov - 06 Nov
Norðoyggjar
210 DKK
Palllist

Kom bara inn, eg skal ikki gráta

x
Book now

Leikrit & leiktjórn: Ria Tórgarð
Sjónleikari: Jógvan Andrias Joensen
Tónleikari: Edvard Nyholm Debess
Í fleiri ártíggju var veruleikin í Føroyum tann, at sjúklingar vórðu sendir til Danmarkar fyri at fáa viðgerð fyri sjúkur.
Høvuðspersónurin í leikinum hevur Calve Perthes, ein mjadnasjúka, ið kann hava við sær, at sjúklingurin fær álvarsligar rørslutrupulleikar, um ikki sjúkan verður viðgjørd alt fyri eitt, tá hon verður uppdagað.
Føroyingar við nevndu sjúku og familjur teirra, hava ivaleyst havt ymsar avbjóðingar. Lítið er granskað á hesum øki, so vit vita lítið um hvørji hjáárin stóðust av at smábørn vóru send burtur.
Talan er um einrøðuleik, sum setir fokus á hetta viðkvæma evnið.
Hugskotið stavar frá Jógvan Andrias Joensen, sum sjálvur fekk staðfest sjúkuna í 1963 – og 3 ára gamal varð sendur á Refsnes í Kalundborg, har hann varð innskrivaður í meir enn 2 ár.

Address

Atlantis bio

Bøgøta 5
700 Klaksvík
Norðoyggjar

Date

3 Nov 2021 19:00
6 Nov 2021 16:00

Price

Book now

210 DKK

Organiser