11 Jun
TĂłrshavn (capital)
125 DKK
TĂłnleikur

Konsert Ă­ Sirkus: HOGNI

x

Høgni Lisberg og bólkur hansara eru farnir í gongd aftur at framføra aftaná eitt ár í pandemi-dvala. Spæligleðin er stór, og fríggjadagin 11. juni kl 21.30 er HOGNI konsert í Sirkus.

Kostnaður er 125kr. Atgongumerki fáast við dyrnar frá kl 20.

Høgni vann herfyri, í felag við James Thomas, ein FMA sum ársins framleiðari fyri útgávuna Within a Man, sum kom út í 2020.
Av hesi útgávuni hava serliga løgini Simple Man, On Your Side og Waiting for You verið at hoyrt í útvarpinum.
Orsakað av korona, hevur tónleikurin næstan ikki verið framførdur alment, og er tí enn spillfeskur.
Høgni hevur nógvar túsund lurtarar á Spotify, og tónleikurin, hann hevur givið út, hevur verið brúktur um allan heim, í øllum frá NBA telduspølum og Netflix røðum til Carhartt klæðir og Subaru bilar.

Við Høgna á palli vera Jan Rúni Poulsen á trummum og slagverki, og Knút Háberg Eysturstein á tangentum.

Address

Sirkus Föroyar

Gríms Kambans Gøta 2
100 TĂłrshavn
TĂłrshavn (capital)

Date

11 Jun 21:30

Price

125 DKK