02 Dec
Tórshavn (capital)
60 - 120 DKK
Tónleikur

Konsert: Maija Kauhanen og Konsørn (FI/FO)

x
Book now
Kom á eitt hugnaligt kafékvøld við rúnabindandi tónleiki frá finsku Maija Kauhanen og føroysku Konsørn.

Maija Kauhanen (FI)
Við sterkari, livandi rødd, fingrafimum kantelespæli og uppfinningarsamum slagverki rúnabindur Maija Kauhanen sínar áhoyrarar.

Hon spælir sær við rútmum og takt og skapar serstakar ljóðmyndir og eitt fangandi groove.

Maija Kauhanen er bæði tónaskald og fjølljóðførisleikari, umframt at hon við síni sterku útstráling á pallinum er einki minni enn bergtakandi. Hon fær sín íblástur úr siðbundna tónleikinum úr Finlandi og Karelia (í Russlandi) og dugir ómetaliga væl at tulka gomlu løgini til nútíðina.

Tónleikurin hjá Maija bjóðar bæði gleði og sorg, ótta og vón, ungan kærleika og mist frælsi.

Maija Kauhanen hevur spælt á øllum heimsins størstu festivalum innan fólka- og heimstónleik – WOMEX, Celtic Connections, WOMAD, Folk Alliance International osfr.

Konsørn (FO)
Áðrenn Maija fer á pallin, hoyra vit føroysku duoina Konsørn, sum í 2021 vunnu ein FMA fyri bestu kompositión. Konsørn eru Mattias Kapnas (klaver og synthesizer) og Jan Rúni Poulsen (trummur og slagverk), og saman við teimum sleppa vit á eina hugtakandi ferð ígjøgnum ljóð og hugløg.

Konsertin er partur av konsertrøðini PULS.

Covid-19
Avmarkað pláss. Vi fylgja tilmælunum frá landsmyndugleikunum – les almennu tilmælini her. Minst til koronapass.

Address

Nordic House - Norðurlandahúsið

Norðari Ringvegur
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Date

02 Dec 19:30

Price

Book now

Vanligt 120 DKK

Lesandi og ung undir 18 ár 60 DKK