10 Apr
Norðoyggjar
0 DKK
Tónleikur

Ein várlig vøkur ljós Lilja

x
Book now
Ein várlig vøkur ljós Lilja
Ársins áhoyraravirðisløn á FMA í ár fekk HALLUR.
Leygarkvøldið 10.apríl kl 21 er møguleiki at hoyra Hall Joensen í Spanistovu.
Nógv góð tónleikaár við Halli Joensen eru komin og ummælini hava verið mong og góð. Soleiðis var eisini í fjør, tá HALLUR kom við síni 7.útgávu RUNNIN ÁR :
“Talan er um eina dygdarútgávu…Eitt gott bland, ikki bara country… Ljóðframleiðslan er á høgum altjóða stigi. Upptøkurnar eru í útgangsstøði gjørdar í Nashville við tónleikarum í heimsflokki, og tað merkir fløguna. Spælið er fantastiskt. Ein meira búgvin Hallur”.
Sjálvandi verður eisini høvið at hoyra eitt stórt úrval av eldri “slagarum” hjá Halli.
Vit fegnast um at koronatilmælini er tillagað, men vilja samstundis heita á teg um at taka neyðug atlit áðrenn, undir og aftaná konsertina!

Address

Spaniastova

Klaksvíksvegur 84
700 Klaksvík
Norðoyggjar

Date

10 Apr 20:00

Price

Book now

0 DKK