01 Sep
Tórshavn (capital)
50 - 100 DKK
Tónleikur

Konsert við Vladimir Ushakova og Svetlana Stavitskaya

x
Book now
Vladimir og Svetlana, fara við sínum framúrskarandi spæli at opna ljómgrindina inn í ein euforiskan tónlistarligan heim

Tónlistarliga spenna tey víða og hava umfatandi tónleikaskrá við klassiskum verkum, popp-løgum, jazz-musikki, rokk-tónum og fólkatónleiki. Tey hava vunnið fleiri altjóðað kappingar og heiðurslønir. Tvíbólkurin hevur spælt í samband við týðandi altjóða stórpolitiskar fundir og fingið persónligar tøkkir frá ríkisovastum fyri sítt frálíka góða spæl. Hetta hendi í 2001, tá presidenturin í Russlandi og týski kanslarin hittust í St. Pætursborg.

Tvíbólkurin við harmonikusnillingunum, Vladimir Ushakova og Svetlana Stavitskaya, er víðagitin. Tey bæði hava spælt í umleið 20 ár saman og hava ført fram ljómleik í mongum londum og ríkjum, umfatandi Russland, Hvítarussland, Moldova, Estland, Lettland, Litava, Finnland, Danmark, Svøríki, Poland, Týskland, Italia og Stóra Bretland.

Svetlana Stavitskaya varð borin í heim í næststórsta býnum í Lettlandi, Daugavpils í 1974. Fyrsti harmonikulærari hennara var pápin. Hann spældi, sang, skipaði fyri heimakonsertum og skapti eitt serligt stimbrandi tónlistarligt huglag, ið ávirkaði ungu Svetlanu meiri enn nakað annað. Svetlana valdi tónlist sum sína yrkisleið. Hon lærdi hjá Ninu Lashkova og tók prógv frá Musikkskúlanum í Daugavpils í 1989. Síðani hevur hon lokið fleiri framhaldsnám.

Vladimir Ushakov var føddur 1968 í Leningrad. Hann fór tíðliga tónlistarligu leiðina og byrjaði at spæla harmoniku sum 4 ára gamal. Síðani hevur hann lisið og lært tónlist og harmoniku- og akkordion-spæl á fleiri skúlum, lærustovnum og fróðskaparsetrum. Hann lærdi hjá Valery Belyaev og leyk endaligt prógv frá Musikkskúla í Leningrad 1983. Eftir hesa útbúgving tók Vladimir fleiri ískoytisútbúgvingar innan tónleik.

Svetlana Stavitskaya og Vladimir Ushakova fara at spæla ymsan spennandi og framkomnan tónleik á høgum altjóða stigi. Tey luttaka eisini  á Fuglafjarðar Harmonikufestivali, sum Fuglafjarðar Harmonikufelag skipar fyri í døgunum: 23., 24. og 24. august 2019, í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.

Address

Nordic House - Norðurlandahúsið

Norðari Ringvegur
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Date

01 Sep 15:00

Price

Book now

Vanligt 100 DKK

Lesandi 50 DKK