Kópakonan – í øðrum hami.
Book nowVit kenna øll søgnina um kópakonuna í Mikladali, vøkru havsins gentu, sum varð rænd ham sín og noydd at giftast Mikladalsmanni. Øll hava eina ímynd av hvussu hamurin sá út, kistan og lykilin. Í søgukjallaranum á Eðge verður søgnin fortald á kenslubornan hátt. Søgugongdin er samantvinnað við persónligari frásøgn við Eskimoiskum ísletti. Alt knýtt saman við stemningsfullum tónleiki. Uml. 45. minuttir.
Handrit og leikari: Eyð Matras
Tónleikur og tónleikari: Magni Husgaard
Leikstjórn: Sigrún Valbergsdóttir
Við í prísinum er leskiligt ábit, áðrenn sýningina og suppa og dessert aftana sýningina.
Aldursmarkið er 10 ár.
Sýningarnar eru lagdar soleiðis tilrættis, at tær passa til túrarnir við SAM.
Til sýningina kl 11.30 ber til at fara yvir í Kalsoy við túrinum kl 10. Til sýningina kl 16.30 er hóskandi at brúka túrin kl 14.50. Bussur frá bygdaleiðum er á ferjuleguni á Syðradali til hvønn túr, og koyrir eisini suður aftur til Syðradals, til tá SAM siglir inn aftur til Klaksvíkar. Tíðirnar síggjast her: https://www.ssl.fo/fo/ferdaaetlan/oyggjaleidir/56-klaksvik-sydradalur/
Address
Eðge, Kafé í Mikladali
797 Mikladalur
Norðoyggjar