23 May
Tórshavn (capital)
Free
Børn & Ung
Palllist
Annað

Kubbi heldur gang

x
Book now
Hóast frástøða skal haldast millum sitipláss, kunnu familjur sita saman til hesa sýningina (vanlig sitipláss hava 1 metur í millum).

Vel “Familja” tá tú bíleggur.
Norðurlandahúsið fylgir Covid-19 tilmælunum frá myndugleikunum, tí er avmarkað mongd av atgongumerkjum til sølu. 
Vit heita á gestir, sum koma inn í húsið, um at fylgja øllum tilmælum frá myndugleikunum.

Beinleiðis stroyming tiltak fyri familjur – eitt elektromotoriskt installatiónsorkestur úr Festspillene i Bergen

Rumbul frá heimsins yndis-Kubba.

​Rómurin av Kubba hevur verið at hoyra í meginpartinum av heiminum, og hann er sera spentur, tá hann finnur rútma og klang óvæntað støð.

Bøkurnar um fitta trækubban eru seldar í nógvum londum, og eftir at søgurnar í 2012 vórðu umsettar til kinesiskt, bleiv Kubbi superstar í Asiu. Har er hann elskaður av bæði børnum og vaksnum, og í Japan hevur hann bæði framsýning, egna kafé og teknifilm. Í fjør var eisini frumframførsla av samvirknari konsert, sum ferðaðist runt alt Kina.

Í bókini Kubbi heldur gang (2011) roynir kubbi seg sum orkesturtónleikari, men endar við at brúka alt møguligt at gera ljóð við. Við støðu í hesari søguni, tekur Kubbi sínar hjálparar, tónleikaran og ljóðlistamannin Stephan Meidell og søguskaparan Åshild Kanstad Johnsen, við í Litteraturhuset í heimbýnum Bergen.

Saman halda tey gang og spæla tónleik á tónleikamaskinuni hjá Meidell – eitt samvirkið elektromotoriskt installatiónsorkestur fyri børn. Huvssu ljóðar tað, tá motorar spæla á gomul ljóðføri, ella uppá onnur ting, sum ein finnur heima?

Address

Nordic House - Norðurlandahúsið

Norðari Ringvegur
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Date

23 May 13:00

Price

Book now Free