Kvinnuskeið við Gjógv 30. apríl til 2. maj 2021
Til allar kvinnur !
Unna tær sjálvari eina uppiborna mini-feriu. Lær nakað nýtt, fá íblástur, et heilsugóðan mat og njót tilveruna saman við øðrum góðum kvinnum á Gjáargarði. Á hesum kvinnuskeiðnum lærir tú grundleggjandi mindfulness sameint við vælveru og vakra náttúru við Gjógv.
Fríggjadag kl. 14.00 er innskriving, kl. 15.00 fáa tit eitt lítið ábit og hittast til vælkomin. Síðani er egintíð og hvíld. kl. 17.00 er frálæra við venjingum og tit njóta eina heilsugóða máltið. Um kvøldið er vegleiðing, venjing og kvirra og konsert við Guðrið Hansdóttir í Gjáar kirkju.
Leygarmorgun er mjúk úrspenning, og tit vakna væl til góðar dansivenjingar. Er veðrið til vildar verður hesin parturin niðri í gjónni. Síðani er heilsugóður morgunmatur. Aftaná morgunmatin er frálæra við støði í nýggja bóklinginum “Fluffy – ein neyvur leiðbeinari til mindfulness og sinnisvenjing” hjá Biritu Nolsø, rithøvunda og undirvísara. Vit leita aftur til okkara frumkraft, sleppa spenningum og venja kropstilvit, andadráttar- og sinnisvenjingar, ið geva tær meira orku, økta javnvág, miðsavnan, kensluligan treystleika og nærveru í gerandisdegnum. Venjingar í vakra umhvørvinum við Gjógv er partur av skeiðnum. Tíð er sett av til hvíld og innhugsan. Leygarkvøldið er tiltakið “Kreativitetur & Mindfulness”.
Sunnudagin endar frálæran kl. 12.30, tit njóta ein felags miðmála saman og skeiðið endar kl. 14.00.
Les meira um kvinnuskeiðið her: https://www.greengate.fo/fo/fer%C3%B0ist-%C3%AD-egnum-landi/kvinnuskeid
Address
Gjáargarður
Dalavegur 20
476 Gjógv
Eysturoy
Date
30 Apr - 02 May
Every:
Fri
Sat
Sun
Price
4098 DKK