04 Jul
Eysturoy
895 DKK
Náttúra & uttandura

Kvinnutúrur 2020

x
Book now

ÁRSINS KVINNUTÚRUR 2020

Funningsfjørður – Elduvík – Oyndafjørður – Hellurnar – Fuglafjørður.

Leygardagin 4. juli verður skipað fyri einum heilt serligum gongutúri fyri allar kvinnur í Føroyum, sum fevnir um heilar 5 bygdir í Eysturoynni. Vit byrjað at ganga úr Funningsfirði kl 9.

Hesin fyrsti teinurin er eitt sindur stravin, men tá komi er niðan á, er lætt at ganga heim gjøgnum dalin heilt til bygdina.

Í einum neysti í Elduvík, verður borðreitt við breyði við føroyskum viðskera, eisin verður kaffi, te og vatn at fáa.
Fólk standa og fáa ein bita í hondina, – alt ímeðan tveir ungir strúkarar spæla klassiskan tónleik.

Síðani verður hildið áfram um Elduvíkslíð til Oyndafjarðar. Her skal sigast, at eitt stutt petti av teininum er ein skráningur, har hav er undir. Í fjør bleiv hampað um gøtuna og er okkurt at halda í á hesum strekki.

Komnar til Oyndafjarðar, verður heimagjørd skuffukøka, kaffi, te og vatn á skránni. Vit ganga eftir vegnum til Hellurnar. So er seinasta strekkið til Fuglafjarðar eftir. Har eta vit matpakka áðrenn bussur koyrir okkum aftur til Funningsfjør.

Torleikstig: hetta er ein miðal túrur sum er drúgvur 6 – 8 tímar.

Kostnaður: 900 kr / matur og drykkivørur íroknað.

Address


477 Funningsfjørður
Eysturoy

Contact

Website

Date

04 Jul 09:00

Price

Book now

Vaksin 895 DKK