07 Oct - 03 Nov
Eysturoy
Free
Myndlist

Listaframsýning við Lailu Nikolajsen

x
Frá hósdegnum 7. oktober til mikudagin 3. november hevur Laila Nikolajsen listaframsýning í Ribarhúsi. Fernisering verður hósdagin kl. 17.00-19.00, har Laila hugleiðir um sína list.
Her verður møguleiki at hitta listakvinnuna, umframt at fáa sær okkurt gott til góman. Talan er um eina søluframsýning, har øll eru hjartaliga vælkomin. Tiltakið er ókeypis!
Gallarí Ribarhús er opið mánadag til fríggjadag kl. 15.00 – 17.30 og leygardag kl. 11.00-14.00. Lúkukaffi er opið hvønn hósdag kl. 11 – 17 við suppu ella tertu, og kaffi og køku
Um listakvinnuna
Laila Nikolajsen (f. 1965), er dóttir Johild, og abbadóttir Sam og Margrethu Jacobsen úr Fuglafirði.
Laila er fødd og uppvaksin í Danmark, men býr í dag í Vestmanna við makanum Borgar Nikolajsen.
Listakvinnan eigur børnini Rannvá, Sóley og Trygva Danielsen, ið eisini eru sera kreativ.
Rannvá er borin við einari vakrari songrødd og hevur upptraðkað sum yngri.
Sóley er útbúgvin sjónleikari og hevur leikstjórnað fleiri leikum m.a ’Lítla Havfrúgvin’ og ’Junglubókin’.
Trygvi, ið eisini er kendur sum Silvurdrongurin, hevur útgivið fleiri bøkur, tónleik og føroyska spælifilmin ’111 góðir dagar’.
Laila hevði sína fyrstu framsýning í 2015, og hevur síðani havt fleiri framsýningar, bæði í Føroyum og uttanlanda.
Listakvinnan hevur seinastu árini ment sína list og verið á skeið á Listakúlanum Spektrum í København.
Laila málar ímyndandi nútíðarlist og er serliga hugtikin av menniskjum.
Laila er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur og starvast dagliga á Landssjúkrahúsinum.

 

Address

Gallarí Ribarhús & Piddasahandil

í Støð 14
530 Fuglafjørður
Eysturoy

Date

07 Oct - 03 Nov Every: Thu
17:00 - 17:30

Price

Free