07 Nov
Tórshavn (capital)
100 DKK
Tónleikur

Konsert við Land of Maybe

x
Book now

Land of Maybe er heitið á bólkinum hjá Allani Tausen og Edith Dahl Jakobsen. Tey bæði hittust í 2018 og fóru beinavegin í holt við at skriva løg saman. Tvey ári seinni høvdu tey skrivað so mikið nógv løg, at tað var nokk til eina heila útgávu. Hetta endaði við, at tey savnaðu fleiri av bestu tónleikarunum í landinum, og so gekk leiðin beint yvir í Studio Bloch, har øll løgini blivu innspæld og miksaði.

Tónleikurin hjá Land of Maybe kann lýsast sum modernað americana og poppur. Og 6. november er dagurin, tá spennandi útgávan kemur á marknaðin, og longu 7. november sleppa vit at uppliva alla útgávuna live á Reinsarínum. Umframt løgini á útgávuni, so verða vit eisini forkelaði við nýggjum løgum, sum ikki eru við á útgávuni.

Address

Reinsaríið

Tórsgøta 3
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Contact

Website

Date

07 Nov 21:00 - 22:00

Price

Book now

100 100 DKK