Landslagið í broyting
Í tíðarskeiðinum 11. februar til 15. juni setur Listasavn Føroya sjóneykuna á landslagslist við serframsýningini “Landslagið í broyting”.
Føroyskir listamálarar hava søguliga havt eina sterka siðvenju við at mála landslagið á ein romantiskan
og hugfarsligan hátt, meðan samtíðarlistin alsamt flytir seg til annað tilfar og onnur úttrykk.
Landslagið í broyting bjóðar okkara siðbundnu fatan av landslagslist av og setur spurningar sum:
Hvat er eitt landslag? Hvussu er føroyska landslagið broytt gjøgnum tíðirnar? Og hvussu fer landslagið at síggja út í framtíðini?
Landslagið í broyting varpar ljós á broytingar bæði í náttúruni og listini og kannar, á hvønn hátt samtíðarlistin endurspeglar broytingarnar í føroyska samfelagnum og náttúruni.
Hjartaliga vælkomin!
Listasavn Føroya er opið týsdag-sunnudag kl. 13-16.
Frá 1. mai er savnið opið hvønn dag frá kl. 11-17.
Les meira á www.art.fo.
Address
Listasavn Føroya
Gundadalsvegur 9
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)