Bókmentan
Lesiringur
Nú er lesiringurin byrjaður aftur, og næstu ferð hittast vit á bókasavninum í Nes kommunu (á skúlabókasavninum í Tofta skúla).
Lesiringurin er eitt samstarv ímillum Bókasavnið í Nes kommunu og Bókasavnið í Runavíkar kommunu, Bókasavnið við Løkin.
Vit hava valt at lesa bókina “Leksikon um ljós og myrkur”. Norski rithøvundurin, Simon Stranger, hevur skrivað hesa søguliga skaldsøgu, ið er um Rinnan, um mótstøðufólk, um frælsisstríðsfólk, um vanligar norskar bøndur og um jødarnar í Noregi undir krígnum.
Øll eru hjartaliga vælkomin við í lesiringin.
Address
Bókasavnið í Nes kommunu
Heygsvegur 28
650 Toftir
Eysturoy
Date
29 Oct 19:00 - 20:30