Bókmentan
Lesiringurin hittist aftur
Hóskvøldið 14. jan kl. 19 hittast vit aftur í lesiringinum. Hesaferð verður tað í Tofta skúla. Vit hava valt 2 bøkur til næstu ferð:
Ein annar er gull / Sólrun Michelsen
Tjenerindens fortælling / Margaret Atwood
Bøkurnar fáast á bókasøvnunum heilt skjótt.
Lesiringurin er eitt samstarv ímillum Bókasavnið í Nes kommunu og Bókasavnið við Løkin.
Vit hittast aðruhvørja ferð við Løkin og á Toftum.
Øll eru hjartaliga vælkomin við í lesiringin.
Address
Bókasavnið í Nes kommunu
Heygsvegur 28
650 Toftir
Eysturoy
Date
14 Jan 19:00