Leygardagsverkstova: Bjølgfruktir í hásæti 13. Novembur
Book nowHendan leygardagin eru bjølgfruktirnar í hásæti – bønirnar, linsurnar og ertrarnar – og vónandi vera tær sitandi í sínum hásæti, eisini eftir hendan leygardagin. Tí tær smakka so ótrúliga væl, og eru tær góðar, bæði fyri kroppin, sálina og umhvørvið.
Snorri Patursson er kostfrøðingur, og veit eina rúgvu um hví bjølgfruktir eru so gagnligar fyri okkum – og hann veit enn meira um, hvussu vit fáa mat við bjølgfruktum at smakka so at fuglarnir syngja!
Hevur tú hug at eta grønari, og leingist eftir íblástri at matgerða við linsum, bønum og ertrum, er hetta leygardagsverkstovan til tín.
P.S. Linsur, bønur og ertrar eru SO bíligur og mettandi matur. Vælsmakkandi, heilsugóður, mettandi, umhvøvisvinarligur OG bíligur matur – kann tað vera betur?
Á verkstovuni fara vit millum annað at:
- Læra at matgera ymisk sløg av hummus, grønnmetismorli, krem & plantudellur
- Njóta vøkru náttúruna og taka grøna staðbundna grøði upp til verkstovuna
- Nørdast við grundsmakkunum: Søtum, saltum, súrúm, beiskum og umami.
Lærari: Snorri Patursson
Dato: 13. november
Tíðspunkt: kl. 10:30 – 15:30
Støði: Verkstova
Longd: 5 tímar
Næmingatal: Í mesta lagið 14 næmingar
Upptøkutreytir: Ongar. Øll vaksin eru vælkomin.
Prísur: 750 kr pr. persón. (Við í prísinum er skeiðsluttøka, undirvísing, vøkur náttúra, grønmetistøka, lekkur staðbundin matur og deiligt kaffi.)
Address
Mat & Moldmentanarháskúlin
Heimasandsvegur 117
210 Sandur
Sandoy
Date
13 Nov 10:30 - 15:30