26 Nov
Tórshavn (capital)
Free

Livandi bøkur

x

Kom inn til eitt hugnaligt og upplýsandi kaféprát
fríggjadagin tann 26. november 2021, millum kl. 17.00 og 21.00

Visti tú, at fólk frá meira enn 110 ymiskum tjóðum búgva í Føroyum?
Og at næstan 4% av føroyingum í dag koma úr londum uttan fyri Norðurlond?

Nú hevur tú møguleikan at hitta nøkur av hesum áhugaverdu fólkunum. Kom inn í kaféina á bókasavninum og læn eina ‘livandi bók’, og fá eitt prát og innlit í ymiskar lívssøgur, lond og mentanir. Tað er ókeypis at læna livandi bøkur. Tær kunnu einans ‘lesast’ á staðnum og í avmarkaða tíð.

Spyr t.d. hvussu tað er at flyta til Føroyar? Kennir tú teg vælkomnan? Hvat kundi tú hugsað tær, at vit føroyingar gjørdu øðrvísi fyri at taka væl ímóti tilflytarum?

Tiltakið er eitt samstarv millum integratiónsøkið hjá Tórshavnar kommunu og Býarbókasavnið í Havn.

Verið vælkomin!

Address

The City Library

Niels Finsens gøta 7
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Date

26 Nov 17:00 - 21:00

Price

Free