22 May - 14 Jun
Eysturoy
Free
Myndlist

Livar Nysted í Ribarhúsi

x
Framsýning við Livar Nysted letur upp leygardagin 22 mai kl 15:00. Vanligu upplatingartíðirnar í Gallarí Ribarhús eru mán-frí kl. 15-17.30 og leyg. kl. 11-14.
Seinasta 1/2 árið, hevur Livar arbeitt, fram ímóti hesi framsýningini. Stílur og myndaevni ið vit kenna hann fyri, “ganga aftur”, men so eru eisini verk við, ið heilt bróta frá.
Verkini, ið ikki er so vanligt at síggja, eru ein blanding av málningi og høggmynd, onkur kallar tað 3D málningar, og í hesum verkunum fær maðurin virkiliga víst síni kreativu evnir.
Vælkomin í Ribarhús til eina spennandi og ørvísi framsýning sum hongur á gomlu veggjabrettunum til og við 14. juni

 

Address

Gallarí Ribarhús & Piddasahandil

í Støð 14
530 Fuglafjørður
Eysturoy

Date

22 May - 14 Jun Every: Mon
15:00 - 17:30

Tue
15:00 - 17:30

Wed
15:00 - 17:30

Thu
15:00 - 17:30

Fri
15:00 - 17:30

Price

Free