27 Nov
Eysturoy
Free
Børn & Ung
Matur & Drekka
Handlar
Trúarlív

Ljós í advent

x
Aftur í ár gleðast vit um at ljós og jólatrø verða tendrað í advent, sum annars er ein sera myrk tíð.
Hetta gera vit við at tendra jólaljósini í býnum, og 1. sunnudag í advent verða jólatrøini í kommununi tendrað, vit fáa eina kveikjandi røðu frá Frants Jensen, og jólamenn vitja.
Eisini hava kaffistovur, gallarí og góðu handlarnir leingi opið.
Langur leygardagur 27. nov.
Kl. 10 NoðaStova: heldur tvey-ára føðingardag við góðum tilboðum.
Kl. 10 – 17: Fjord, NoðaStova, Kato & Vørðslan hava opið
Kl. 11 – 17 Ribarhús: Jólaligt Lúkukaffi í gallarínum, nógv góð jólagávuhugskot í Piddasahandli. Anette Sonne hevur sølu-framsýning í gallarínum við m.a. jóladekoratiónum.
Kl. 12 – 21 Muntra er opið. Góð og stór matskrá.
Kl. 16 Ribarhús: Kvinnukórið Fljóðljóð syngur
Kl. 17 – 23 Pitsa 530 er opið
Fyrsti sunnudagur í advent – 28. nov.
Kl. 12 Kirkjan: Gudstænasta við Gerhardi J. Mikkelsen
Kl. 15 – 18 Ribarhús: Jólaligt Lúkukaffi í gallarínum og nógv góð jólagávuhugskot í Piddasahandli. Anette Sonne hevur sølu-framsýning í gallarínum við m.a. jóladekoratiónum.
Kl. 15 – 17.30 Jólatrøini verða tendrað og jólamenn vitja. Vit fáa, sum vant, eina góða røðu, og Fuglafjarðar Hornorkestur spælir jólaligar tónar.
Kl. 15.00 á Hellunum
Kl. 16.30 á Kambsdali
Kl. 17.00 við Mentanarhúsið
Fimleikafelagið FLOG er við ymsu støðini og selur jólakalendarar. Tey hava terminal við.
Kl. 16 -18 Mentanarhúsið: FLOG hevur hugnaliga café við m.ø. kakao og vaflum
Kl. 17 Pitsa 530 letur upp

Address

Gallarí Ribarhús & Piddasahandil

í Støð 14
530 Fuglafjørður
Eysturoy

Date

27 Nov 10:00 - 18:00

Price

Free