31 May
Suðuroy
Free
Palllist
Tónleikur

Marius Ziska á mentanarnáttini

x

Fríggjadagin hin 31. mai fer mentanarnáttin á Tvøroyri av bakkastokki. Tiltakið er vaksið í vavi ár um ár, og í ár verður einki undantak. Í fjør eydnaðust tiltøkini framúr væl og fólk lótu sera væl at.
Tónleikur er ein sjálvsagdur partur av mentanarnáttini og eitt av nøvnunum í ár, er dugnaligi tónasmiðurin úr Søldafirði, Marius Ziska.
Marius hevur ikki spælt í Suðuroynni síðan 2005 og gleðir hann seg sera nógv til at koma suður at framføra. Marius hevur seinastu árini sligið seg fastan sum ein av okkara allar dugnaligastu tónleikarum og eitt nú kenna vit einastandandi rødd hansara frá sanginum “going home”, ið var ímyndin av átakinum hjá Visit Faroe Islands “Unspoiled”, “Untouched” í 2015. Tónleikurin hjá Marius fór við hesum átaki kring allan heimin og er hann sera nógv umbiðin bæði her heima og uttanlands.
Vit eru sera fegin um at hava fingið Marius á skránna hjá okkum í ár og gleða okkum at bjóða teimum vitjandi eina serastaka tónleikauppliving. Júst stað og klokku kunngera vit seinni.
Lagið “Going Home” kann hoyrast her https://www.youtube.com/watch?v=R2Gln5ZJfg4 og nýggjara, frálíka lagið “Silvurlín” kann hoyrast her https://www.youtube.com/watch?v=1WtmdNxScB0 .

Address

Tvøroyrar Miðbýur

Tvørávegur
800 Tvøroyri
Suðuroy

Contact

Website

Date

31 May 21:00 - 21:45

Price

Free