15 Sep
Tórshavn (capital)
Free
Annað

Markleys Útbúgving - alment tiltak

x
Book now
Karriera og føroyski arbeiðsmarknaðurin

Klokkan 16 er opið fyri almenninginum. Tá eru karriera og føroyski arbeiðsmarknaðurin á skránni. Fyrilestrarhaldararnir vera Oda Wilhelmsdóttir Andreasen, sum greiðir frá um karrieruskifti, Eiler Fagraklett, sum er fluttur til Grønlands at arbeiða og Maiken Skarðenni, sum greiðir frá um karrieru og karrieruskifti.  “Karriera” hevur ein breiðari týdning í sambandi við karrieruvegleiðing. Tað fevnir um lívið og lívsumstøður – um gongdina í lestrar- og arbeiðslívinum. “Karriera” umfatar sostatt bæði persónlig og faklig viðurskifti.

Til síðst verður eitt pallborðsorðaskifti, har vit spyrja: “Kann mann velja RØTTU útbúgvingina? Eitt orðaskifti um føroyska arbeiðsmarknaðin og útbúgvingar. Til at skifta orð um spurningin vera Marita Rasmussen, umboð fyri Vinnuhúsið, umboð fyri ALS og Tór Marni Weihe, umboðandi MFS.

Vitjandi fáa høvi at heilsa upp á tey, ið hava bás á Markleysari Útbúgving. Vegleiðingarstovan er væl umboðað sum fyriskipari av tiltakinum, og møguligt verður at fáa avtalu í lag við vegleiðarar um vegleiðing. Eisini eru fleiri føroyskir og útlendskir útbúgvingarstovnar við, ið kunnu greiða frá um júst teirra útbúgvingarleið. Vit vóna, at nógv nýta høvið at luttaka fyri at hoyra um útbúgvingarmøguleikar, og um hvussu ein kann skifta karrieru.

Vælkomin á Markleysa Útbúgving. Tilmelding til Markleysa Útbúgving er á nlh.fo.

Address

Nordic House - Norðurlandahúsið

Norðari Ringvegur
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Date

15 Sep 16:00

Price

Book now Free