15 Jun
Eysturoy
Free
Handlar
Matur & Drekka
Annað

Marknaðardagur við morgunmati

x

Kom á Marknaðardag á Fiskavirkinum í Gøtu leygardagin, og fá tær ein góðan morgunmat/brunsj, og keyp døgurðamatin heim við 🙂

Tey luttakandi hesaferð:

• PRG Fiskavirkið – Saltfiskur, lippur, kjálkar, feskt flak, ræstur fiskur, rækjur, laksur
• Varðin – Makrelsalat, makrel í dós og royktur makrelur
• Gloym meg ei – Hondgjørt prýðið v.m.
• Elinsa – Sápur, bivoks, t-shirts
• Anja og Eyðun Eliasen av Trøllanesi – Neytakjøt, egg, kjøtpylsur v.m.
• Durita á Heygum – Rabarbur, kalvi og garnatálg
• Annika Gleðisheygg – Bryst til føroyska búnan
• Hallbera – Turrikløð
• Mourentsa Mohr – Aloe Vera og smykkur

Harumframt kemur kórið Eystanljóð at servera leskiligan morgunmat/brunsj 🙂

MINNIST TIL REIÐAN PENING.

VIT SÍGGJAST!

Address

Fiskavirkið í Gøtu

Tollaksgøta 2
512 Norðragøta
Eysturoy

Date

15 Jun 11:00 - 14:00

Price

Free