20 Oct - 22 Oct
Tórshavn (capital)
Free
Palllist
Myndlist

MASS - bloom explorations

x
Book now
MASS-bloom explorations er ein kitlandi og skríðandi installatión við 200.000 mjølormum, sum ringja seg kring á einum ljós kupli – saman við einum menniskja.

Nógv halda at mjølormar eru ólekkrir og seta teir í samband við rot, men visti tú at teir kunnu eta og sodna plastik. Plastik sum vit menniskju tveita burtur.

Hetta verkið er ein roynd at skapa samband millum menniskja og ormar. Ímeðan ormarnir gnaga seg ígjøgnum umhvørvið av flamingo plastik, roynir dansarin, sum teir deila alheimin við, at flyta seg og liva saman við ormunum uttan at skaða teir. Ímeðan verður ein tekstur av Marie Heide lisin upp.

Tú ert vælkomin inn í kupulin til ormarnar. Tú kanst eisini eygleiða teir í fjarstøðu.

Legg til merkis!
Fyri at halda reglurnar um frástøðu, bjóða vit eitt avmarkað pláss av áskoðarum.
Tak við munnbind  – serstakliga um tú ætlar tær inn í kupulin.
Minst til at melda til her á síðuni. Tú kanst koma og fara sum tær lystir, tvs. innanfyri tann tíman tú hevur bílagt.

Dansari: Lara Ostan
Koreografur: Tina Tarpgaard
Tekstur: Ida Marie Hede
Framleiðsla: Recoil Performance Group

Address

Nordic House - Norðurlandahúsið

Norðari Ringvegur
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Date

20 Oct - 22 Oct Every: Tue
Wed
Thu

Price

Book now Free