Matarskeið við Leif Sørensen
Lær at gera mat saman við slóðbrótaranum Leif Sørensen, okkara framúrskarandi kokki. Á skeiðnum lærir tú eisini eitt sindur um vín.
Skeiðið byrjar fríggjakøldið 12. november kl. 19 í Tvøroyrar skúla við einum lítlum ábiti, meðan vit leggja til rættis. Vit eru liðug kl. 22:00 fríggjakvøldið.
Leygardagin møta vit kl. 11:00, har vit matgera til út á seinnapartin. Skeiðið endar við einum leskiligum borðhaldi, sum luttakararnir sjálvir hava tilgjørt.
Fólk sleppa norðuraftur við Smyrli kl. 18:30.
Max 12 luttakarar.
Vit gleða okkum at síggja tykkum, SALT
Address
SALT
Drelnes 22
827 Øravík
Suðuroy
Date
12 Nov - 13 Nov
Every:
Fri
19:00 - 18:00
Sat
19:00 - 18:00
Price
600 DKK