10 Sep
Tórshavn (capital)
Free
Annað
Myndlist
Matur & Drekka
Tónleikur
Handlar

Mentanarnátt

x
Havnin letur dyrnar upp👏
Fríggjakvøldið 10. september verður Mentanarnátt í Havn, og sum vanligt er nógv forvitnisligt á skránni.
Mentanarnáttin verður sett uttan fyri Býráðshúsið klokkan 18.00, og í ár verður tað stjórin í Norðurlandahúsinum Gunn Hernes, sum setir Mentanarnáttina, og GHM spælir.
Nógv áhugavert er á skrá, og tiltøk eru spjadd um allan býin – heilt frá Tjóðsavninum í Hoyvík til Føroya sjósavn á Argjum. Tiltøkini byrja longu kl. 8 fríggjamorgunin, tá Mariukirkjan letur upp og enda leygarnáttina, tá matstovur og skeinkistøð lata aftur í miðbýnum.
Stovnar og virki lata dyrnar upp fyri almenninginum, søvnini eru opin, og livandi tónleikurin sermerkir Mentanarnáttina bæði innandura og uttandura. Og sum vant hava handlarnir í miðbýnum opið til á midnátt, og matstovurnar spenna seg út hetta kvøldið.
So verið vælkomin á Mentanarnátt, tá Havnin vísir seg frá síni bestu síðu!
Skráin verður prentað í Sosialinum og Dimmalætting og kann eisini síggjast á heimasíðuni hjá Visit Tórshavn👇

Address

Vaglið


100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Contact

Website

Date

10 Sep 18:00

Price

Free