Mentanarkvøld
Book nowHvørt mikukvøld í summarhálvuni verður áhugavert Mentanarkvøld á Gjáargarði. Kvøldið byrjar kl. 18, tá verturin bjóðar gestunum vælkomnum við einum stórum sjálvtøkuborði við einum úrvali av góðum rættum og føroyskum brellbitum. Eftir borðhaldið verður livandi tónleikur, sum er partur av stóru skránni hjá Summartónum við ymiskum tónleikabólkum hvørt av kvøldunum. Eftir tónleikin fáa útlendingar kunning um føroyskan dans og gomul kvæði. Gestirnir fáa møguleikan at læra stev, eins og vit sláa ring og kvøða nøkur vælkend kvæði. Kvøldsetan endar umleið kl. 20.30.
Atgongumerki til kvøldið fáast á heimasíðuni www.gjaargardur.fo og kosta kr. 450 fyri vaksin og kr. 250 fyri børn undir 12 ár. Vel ’Bílegging á netinum’ á heimasíðuni og vel síðani ”Tiltøk”, so koma mentanarkvøldini fram.
Address
Gjáargarður
Dalavegur 20
476 Gjógv
Eysturoy
Date
21 May 18:00