20 Oct
Vágar
Free
Søga & arvur
Tónleikur

Mikkjal á Ryggi 140 ár

x

Skipað verður fyri minningarhaldi í Miðvági í samband við, at tað tann 17. oktober eru liði 140 ár, síðan Mikkjal Dánjalsson á Ryggi varð borin í heim í Beitinum á Ryggi í Miðvági.

Tað er Vága Dansifelag, sum í dag eigur barnaheimið hjá Mikkjali, ið skipar fyri haldinum.

Hátíðarhaldið verður tó ikki sjálvan føðingardagin, uttan sunnudagin 20. oktober, sum  tó eisini er ein merkisdagur. Hendan dagin eru liðin 63 ár, síðan Mikkjal doyði í Hoydølum.

Tiltakið er tvíbýtt. Ein kirkjuligur og ein meira verðsligur partur.

Byrjað verður í Miðvágs kirkju klokkan 17.00, har sálmar hjá Mikkjali verða sungnir, og Jákup Reinert Hansen, prestur og lektari í søgu, fer at halda fyrilestur um Mikkjal á Ryggi og partar av skaldskapi hansara.

Eftir kirkjuliga partin verður farið yvir um vegin í Beitið,  har farið verður upp á gólv, og sungið og kvøðið verður burtur úr rúgvuni av sangum, vísum og kvæðum, sum Mikkjal á Ryggi hevur yrkt.

Address

í Beitinum

Rygstún 11
370 Miðvágur
Vágar

Date

20 Oct 17:00

Price

Free

Organiser

Vága Dansifelag

vagadansifelag@ymail.com