Nathalia Flórez
Book nowFøroyski/danski sangarin og sangskrivarin Nathalia Flórez kemur á fyrsta sinni til Føroya á turné við sínum bólki. Við ættarbondum úr Suðuroy í móðurætt, hevur tað ligið í kortunum leingi at koma til Føroya at spæla. Eftir ætlan skuldi konsertin vera í mars 2020, men varð útsett og nú kemur hon so.
Við sær til Føroya, hevur Nathalia kontrabassistin Niklas Emborg Gjersoe og guitarleikaran Thomas Brunbjerg.
Í 2019 útgav hon sína fyrstu album við navninum I Aftenens Sidste Minutter, ein persónlig tíðarmynd sum bjóðar inn í eitt norðurlendskt og jarðbundið landslag av ljóði.
Við góðum ummælum rúmar útgavan sangir við íblástri frá fólkatónleikinum á Fanø har Nathalia er uppvoksin ímeðan hennara tónlistarliga og fjálga rødd flytir seg yvir í djasstónleika stílin.
Address
Listastovan
Gummaldagøta 2
370 Miðvágur
Vágar
Date
15 Aug