02 Oct - 18 Oct
Tórshavn (capital)
60 DKK
Myndlist

Náttúra, mentan og kroppur

x

Føroysk listafólk hava eina sterka siðvenju fyri at mála abstrakt og ekspressiv landsløg, og fleiri av hesum stórverkum verða sýnd fram í Listaskálanum. Á svalanum eru litrík landsløg og nærmyndir av náttúruni. Í stóra rúminum kanst tú uppliva føroyska landslagið endurgivið í myrkum litum, á risastórum flatum og nógvum litbrøgdum, eins og standmyndir úr leiri. Í aftasta rúminum verður innara landslagið viðgjørt við verkum, sum taka støði í menniskjakroppinum. Nakni kroppurin, tvørskurðir av æðrum, tilvísingar til húð og røntgenmyndir kveikja sansarnar og vekja undran. Evnini landslag, abstraktión og kroppur kunnu eisini upplivast í føstu framsýningini.

Address

Listasavn Føroya (National Art Gallery)

Gundadalsvegur 9
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Date

02 Oct - 18 Oct Every: Tue
Wed
Thu
Fri
Sat
Sun

Price

60 DKK