31 Oct
Tórshavn (capital)
250 DKK
Tónleikur

NORÐURLANDAKONSERT – MARIUS, GUÐRIÐ OG GRETA

x
Book now
NORÐURLANDAKONSERT – MARIUS, GUÐRIÐ OG GRETA
31. oktobur fara tríggjar av okkara størstu stjørnum at finna saman og framføra eina góða blanding av norðurlendskum løgum. Tey fara at framføra tríggjar sangir hvør, sum tey sjálvi hava valt út frá ávísum treytum, og síðani syngja tey síðsta sangin saman. Treytirnar fyri sjálvvaldu sangirnar eru, at tey syngja ein sang hjá sær sjálvum á føroyskum, og at tey harafturat framføra tveir norðurlendskar sangir, harav ein kann vera á enskum, meðan hin skal vera á norðurlendskum máli.
Spennandi verður at hoyra, hvørji løgini verða, og á hvørjum máli tey koma at syngja. Eisini verður spennandi at hoyra, hví tey hava valt sær júst teir sangir, sum tey koma at framføra, hvønn týdning sangirnir hava fyri tey, og hvussu tey koma at framføra viðkomandi sangir – tí tey koma ikki bert at syngja teir men seta eisini egið fingramerki á og gera teir til sínar egnu.
Konsertin er partur av átakinum ’Norðurlandavika,’ sum NORA samskipar í samstarvi við føroyska formansskapin í Norðurlendska Ráðharraráðnum í 2020. Endamálið við konsertini og við Norðurlandavikuni sum heild er at varpa ljós á Norðurlond og norðurlendskt samstarv.
atgongumerki fáast til keyps á torsgota.fo

Address

Reinsaríið

Tórsgøta 3
100 Tórshavn
Tórshavn (capital)

Contact

Website

Date

31 Oct 21:00 - 22:00

Price

Book now

250,00 250 DKK