12 Dec - 14 Dec
Norðoyggjar
130 DKK
Palllist

Nosslig jól

x
Book now

Klaksvíkar sjónleikarafelag er aftur uppá spæl. Hesaferð er tað fúlt, pínligt og tærnakrimpandi skemt. Og forbanka stuttligt!

Jólateitið hjá Klaksvíkar sjónleikarafelagi heldur altíð støðið undir beltinum. Í 2018 var heitið á jólateitinum “Lallalig jól”, og heitið var orðaspæl og lýsti innihaldið. Fyri at hava javnstøðu í tí heila, kallast ársins jólateiti “Nosslig jól”. Nosslig jól er eisini orðaspæl, og gevur eina ábending um hvønn veg skemtið fer.

Nosslig jól eru ikki fyri børn og ikki fyri sartar sálir!

 

Nosslig jól verða spæld seks ferðir:

hóskvøldið 12. des. kl 19 og kl 20.30

fríggjakvøldið 13. des. kl 19 og kl 20.30

leygarkvøldið 14. des. kl 19 og kl 20.30

Address

Gamla Brandstøðin

Kirkjubrekka 11
700 Klaksvík
Norðoyggjar

Date

12 Dec - 14 Dec Every: Thu
19:00

Fri
19:00

Sat
19:00

Price

Book now

130 DKK